Framtíð Føroya í Norðurlondum avgjørd fyrrapartin

Framtíð Føroya í Norðurlondum avgjørd fyrrapartin
Fyrrapartin fer Norðurlandaráðið at viðgera og atkvøða um dagføringarnar í helsingforssáttmálanum
Kanska koma trý fløgg aftrat.
 
31.10.2024 - 06:10

Fyrrapartin fer Norðurlandaráðið at viðgera og atkvøða um dagføringarnar í helsingforssáttmálanum, grundlógini hjá norðurlendska samstarvinum.

Ein uppskotin dagføring er at geva Føroyum, Álandi og Grønlandi fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. 

Grønland boykottar longu nú Norðurlandaráðið, sum í hesari vikuni hevur ársfund í Reykjavík.

Tað ger landið, tí Føroyar, Áland og Grønland ikki sleppa við á týðandi fundir hjá ráðnum. 

Grønland er ikki við á fundinum í Reykjavík.

Grønlendska landsstýrið endurskoðar nú lut Grønlands í norðurlendska samstarvinum. 

Føroyar eru við - enn

Føroyar eru við í Reykjavík, hóast støða Føroya er tann sama sum tann grønlendska.

Men Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at verður broytingin í helsingforssáttmálanum ikki samtykt, eru Føroyar heldur ikki við í Norðurlandaráðnum longur.

Hann endaði røðu sína á ársfundinum týsdagin við orðunum:

"Enten er vi helt med, eller også er vi slet ikke med."

Antin eru vit við í øllum, ella eru vit als ikki við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655