Andras Mortensen fær virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024

Andras Mortensen fær virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024
Við nýggju "Kongsbókini", so gevur Andras Mortensen okkum føroyingum betri møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt, stendur í grundgevingini
Andras Mortensen
Mynd: Savnsmynd  
 
31.10.2024 - 17:19

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 verður latin Andrasi Mortensen fyri bókina "Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld"

Í grundgevingini fyri at lata Andrasi Mortensen virðislønina stendur, at í bókini hevur Andras skrivað av og hegnisliga týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, ið er varðveitt í Føroyum.

Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar.

Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar, og nakrir kapitlar, har Andras greiðir frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs.

Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt, stendur í grundgevingini. 

Í sínum ummæli av "Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld", ið stendur at lesa á In.fo, so kallar Magni Arge bókina fyri eitt meistaraverk. 

"Útgávan er ætlað leikum og lærdum, sum hava áhuga fyri máli, mentan, søgu og rættarsøgu. Andras hevur syrgt fyri, at vit kunnu lesa upprunatekstin við prentskrift, og so hevur hann eisini týtt forna málið til nútíðar føroyskt, so tað er lættari atkomuligt."

Magni Arge, In.fo 14.02.2024

 


Mynd: Ólavur Frederiksen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045

Meira um sama evni