Av hægstu tindum niður í djúpstu dalar og uppaftur

Av hægstu tindum niður í djúpstu dalar og uppaftur
VIKUGESTURIN: Tað er við eini blanding av tómleika og vón, at Høgni Hoydal letur staffettina víðari til eina nýggja forkvinnu í Tjóðveldi.
Høgni Hoydal hevur latið stafettina víðari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2024 - 13:25

- Eg havi einaferð verið í viðgerð fyri tunglyndi, eftir at eg føldi, at fólk, sum eg stólaði uppá, vóru farin annan veg og slíkt. Og tá lærdi eg, at tá tú skalt taka stórar avgerðir, so skalt tú taka eina í senn.

Høgni Hoydal var erligur og eyðmjúkur, tá ið hann tosaði um sína politisku leið og tað, sum hon hevur havt við sær. At fáa tunglyndi lærdi hann nógv.

- Tað var løgið. Eg misti knappliga alla orkuna og fór niður í djypstu dalar. Men aftur har var tað Hildur og vinfólk, sum hjálptu mær og bóðu meg fáa mær hjálp, og tað fekk eg. Tað hjálpti mær øgiliga væl. Eg kláraði at síggja út um ta støðuna, eg var í. Og eg fekk nøkur amboð at takkla tað. Tað lærdi meg eisini nógv um, hvat nógv fólk fara ígjøgnum og dragast við.

Høgni Hoydal hevur verið á hægstu tindum og í djúpstu dalum, tey 26 árini, hann hevur verið í politikki. Hann fekk yvir 1500 atkvøður bara í Suðurstreymoy, tá hann kom buldrandi inn í føroyskan politikk. Fullveldi kom á skrá, og restin er søga, men hann er sannførdur um, at vit hava ongantíð verið meira sjálvstøðug enn nú, og at stríðið hevur gjørt mun.

Høgni Hoydal er framvegis landsstýrismaður, men er neyðugt at hann leggur tann sessin frá sær, ger hann tað. Og enn hevur hann ikki tikið støðu til, um hann stillar uppaftur á næsta løgtingsvali. 

- Eg hava lært at taka eina stóra avgerð í senn.

Hoyr samrøðuna við Høgna Hoydal, har vit eisini práta við politiska mótstøðumannin, konuna og sonin um hansara 24 ár sum formaður í Tjóðveldi.

1706040

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028