- Tíðindi, mentan og ítróttur
KT-álopið á Klaksvíkar kommunu hevur higartil kostað umleið fýra milliónir
Ábygdin av manglandi kt-trygd í Klaksvíkar kommunu peikar alsamt meira inneftir í kommununa sjálva.
Nýggjastu grannskoðaraprotokollirnar geva greiðar ábendingar um, at kt-trygdarpolitikkurin hjá kommununi var ikki í lagi, tá kommunan í september var álopin av teldusníkum, sum løgdu at kalla alla kommununa lamna, og síðani noyddu kommununa at rinda umleið 800.000 krónur í loysigjaldi.
So seint sum í vár, ella tíðliga í summar, tá grannskoðanin fyri 2023 var gjørd og skrivað, staðfestir grannskoðarin, at tað framvegis dregur út við at orða kt-trygdarpolitikkin, sum hevur verið leingi á veg.
Eisini staðfestir grannskoðarin, at váðameting og tilbúgvingarætlan framvegis mangla. Men ætlanin er at fara í holt við tað, tá trygdarpolitikkurin er settur í verk.
Klaksvíkar kommuna.
Átók sær sjálv uppgávuna
Fyrra hálvár í 2023 valdi Klaksvíkar kommuna sjálv at átaka sær uppgávuna at tryggja dáturnar í kt-skipanunum hjá kommununi - bæði at verja tær fyri álopum og taka trygdaravrit av teimum. Ein uppgáva, sum frammanundan hevði ligið hjá kt-fyritøkuni NEMA.
Tann støðan hevði við sær, at NEMA 7.oktober - fýra dagar eftir at Klaksvíkar hevði hildið tíðindafund um kt-álopið - valdi at kunna allar sínar vinnukundar um trygdarstøðuna.
Í tí kunningini skrivar NEMA soleiðis: "Tað er týdningarmikið at leggja aftrat, at kommunan, ið nýliga var álopin, ikki er í okkara hýsing. Tey hava egna hýsing við egnari umsiting. Tað merkir, at hóast tey brúka skipanir frá NEMA, hava vit onga ávirkan á teirra trygd."
Klaksvíkar kommuna hevur higartil ikki vilja gjørt viðmerkingar til sítt samstarv við NEMA um kt-trygd.
Møgulig uttanhýsis kanning
Umfatandi álopið á kt-kervið hjá Klaksvíkar ommunu hevur tó higartil fingið tað eftirspæl, at ein fyritøka við sergrein í kt-trygd er sett at lýsa málið, og seinni skal býráðið eisini taka støðu til, um ein uttanhýsis kanning skal setast í verk.
Og so er tað rokningin...
Higartil hevur býráðið biðið um 3,8 milliónir krónur í eykajáttan til at rinda fyri tær útreiðslur, sum álopið á kommununa hevur havt við sær. Sum Kringvarpið skilir, er málið um tær 3,8 milliónirnar í eykajáttan viðgjørt fyri afturlatnum hurðum - tað vil siga á býráðsfundi, har almenningurin ikki sleppur framat.