Á Breddanum: Nýtt landsstýrisfólk og Suðuroyartunnilin

Á Breddanum: Nýtt landsstýrisfólk og Suðuroyartunnilin
Í sendingini verður tosað við professara á lærda háskúlanum í Oxford, sum hevur granskað í stórum verkætlanum í ein mansaldur
Í dag skriva allir flokkar undir semju um at fara undir Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2024 - 09:23

Javnaðarflokkurin kunnger í dag, hvør tekur sæti í landsstýrinum fyri Ingilín D. Strøm. Og sum Kringvarpið skilir, verður eisini ein broyting gjørd í landsstýrinum. 

Vit viðgera støðuna saman við politiskum eygleiðara.

Vit fylgja eisini støðuni á almenna arbeiðsmarknaðinum, nú Starvsfelagið og almennu arbeiðsgevararnir skulu taka støðu til eitt semingsuppskot. 

Suðuroyartunnilin verður eitt stórt stig nærri at gerast veruleiki, tá allir flokkar á tingi í dag skriva undir eitt semjuskjal um at gera tunnilin. 

Tíðindafundur verður klokkan 10.30 í Tinganesi.

Samstundis ávarðar Búskaparráðið ímóti at skunda verkætlanina í gongd.

Í sendingini tosa vit eisini við Bent Flyvbjerg, professara a lærda háskúlanum í Oxford, sum hevur granskað í stórum verkætlanum í ein mansaldur - hví tær ganga væl, og hví tær ganga galið.

Breddin í útvarpinm klokkan 10 og á kvf. fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742