Súsanna í Heilsumálaráðið og Margit í Umhvørvismálaráðið

Súsanna í Heilsumálaráðið og Margit í Umhvørvismálaráðið
Seinnapartin var móttøka í Tinganesi fyri landsstýriskvinnunum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, og Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2024 - 14:13

Aksel V. Johannesen, løgmaður,  hevur tilnevnt Súsonnu Bertholdsen landsstýriskvinnu í heilsumálum og Margit Stórá landsstýriskvinnu í umhvørvismálum. 

Súsannna Bertholdsen er 51 ára gomul og av Tvøroyri. Hon hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkin seinastu tvey árini sum varafólk.

Frammanundan var Súsanna Bertholdsen býráðslimur á Tvøroyri í seks ár.  Hon hevur í mong ár eisini undirvíst á Heilsuskúlanum á Skúladeplinum í Suðuroy. 

Hoyr samrøðubrot við Súsonnu Bertholdsen:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Úr Heilsumálaráðnum í Umhvørvismálaráðið

Margit Stóra var vald á løgtingsvalinum í 2022, og hevur síðani samgonga varð skipað verið landsstýriskvinna í heilsumálum.

Hon kom úr starvi sum varastjóri í Sjúkrahúsverkinum. 

Margit Stórá verður landsstýriskvinna í umhvørvismálum eftir Ingilín D. Strøm, sum legði frá sær herfyri, tá tað var greitt, at meiriluti var í løgtinginum fyri einum uppskoti um misálit á hana. 

Ingilín D. Strøm fer nú í løgtingið.

Av tí at Súsanna Bertholdsen verður landsstýriskvinna, heldur Kim Durhuus fram sum varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 6 MF MENN
192644