“Dropi ert tú” frumframført

“Dropi ert tú” frumframført
Í gjárkvøldið var frumframførsla av nýskrivaða tónleikaverkinum “Dropi ert tú” eftir Sigmund Poulsen og Paula í Sandagerði í Løkshøll í Runavík.
Sigmund Poulsen og Pauli í Sandagerði eftir frumframførsluna av nýskrivaða tónleikaverkinum “Dropi ert tú”
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
10.11.2024 - 16:05

Kvinnukórið Cantabile sang aftur við klaveri og fimm strúkarum. Jóannes Andreasen spældi klaver, Agnar Lamhauge kontrabass, og so mannaðu Jón Festirstein, Atli Ellendersen, Angelika Hansen og Tóri Restorff Jacobsen eina strúkikvartett.

Verkið fevnir um seks satsir – Keldan, Løkurin, Vatnið, Áin, Fossurin og Havið – sum brúka vatnið til at lýsa lívsins ringrás í orðum og tónum. Allir seks satsirnir vórðu framførdir í einum.

Í meira enn 40 ár hava Sigmund og Pauli samstarvað um tónleikaverk, síðani teir byrjaðu við “Jesusi og Makedonaranum”, og at teir enn finna stevið, var konsertin í gjárkvøldið prógv fyri.

dropid-ert-tu-frumframforsla.jpg

Caption: 
Pauli í Sandagerði stjórnaði kóri og tónleikarum í Løkshøll í gjárkvøldið

 

Ognaði Poul Michelsen verkið
Tá ið konsertin var av og “Dropi tú ert” framført á fyrsta sinni, ognaði Pauli í Sandagerði einum av áhoyrarunum í Løkshøll í gjárkvøldið verkið.

Tað var Poul Michelsen, sum var borgarstjóri í Havn í 80-unum og sjálvur maðurin, ið fremst av øllum skundaði undir Paula og Sigmund at skriva “Jesus og Makedonarin”. Restin er søga, sum vit plaga siga.

Hoyr innslagið frá frumframførsluni við samrøðum og tónleikabrotum:

2024-11-10-Dropi-tu-ert

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204