Fimm útboð um vindorku næstu árini

Fimm útboð um vindorku næstu árini
Loyvi til vindorku við Glyvrafjall verður boðið út næsta ár
Sambært útbyggingarætlanini vera bara 25 megawatt boðin út í 2025. (Savnsmynd)
 
12.11.2024 - 09:34

Fimm almenn útboð um vindorku vera næstu fimm árini.

Tað sigur útbyggingarætlanin, sum Umhvørvisstovan og SEV gjørdu í fjør.

Sambært hesi ætlan verður loyvi til elframleiðslu úr vindorku við Glyvrafjall boðið alment út næsta ár. 

Sambært útbyggingarætlanini vera bara 25 megawatt boðin út í 2025.

 

SEV eigur kervið

Sambært semju millum landsstýrið og SEV í 2022 eigur og rekur SEV samhaldsfasta elkervið í landinum. 

Skal tað broytast, mugu lógarbroytingar gerast, og helst mugu samráðingar vera við kommunurnar og SEV um hetta.

Hetta stendur í svarinum, sum Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, fekk úr landsstýrinum um vindorku.

Har stendur eisini, at kanska er tíðin búgvin til, at nýggj tvørgangandi samstørv verða skipað millum almenna og privata geiran fyri at skunda undir orkuskiftið og orkuútbyggingar úr varandi orkukeldum. 

Hetta er vert at kanna, so støða eisini kann takast til, hvussu vit fáa tunga ídnaðin og skipaflotan við í grøna orkuskiftið, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928