Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin samráðast um meiriluta í Havn

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin samráðast um meiriluta í Havn
Flokkarnir samráddust til út á náttina, og samráðingarnar halda fram fyrrapartin
Elsa Berg, í miðjuni, gjørdist toppskorari á kommunuvalinum í Havn í gjár. Annika Olsen, sum ikki stillaði uppaftur hesaferð, leggur henni lag á, nú samráðast skal um at skipa meiriluta.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2024 - 10:08

Á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu í gjár gjørdust Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin størstu flokkar, og sum skilst halda Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fram at samráðast um meiriluta nú klokkan 10.

Tá valúrslitið var greitt í gjárkvøldið, fóru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin at samráðast, og sum Kringvarpið skilir, sótu teir á fundi til út á náttina.

Kringvarpið hevur roynt at fáa fatur á Elsu Berg í Tjóðveldi og Heðin Mortensen í Javnaðarflokkinum, men hvørgin tekur telefonina. Í SMS-boðum sigur Elsa Berg tó, at hon hevur onga viðmerking. 

 

Atkvøðurnar eru taldar. Frá vinstru Rigmor R. Dam, Heðin Mortensen og Bente Kjær. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Elsa Berg í Tjóðveldi fekk flestar atkvøður á býráðsvalinum í Havn í gjár. Hon fekk 1007 atkvøður. Heðin Mortensen í Javnaðarflokkinum fekk næstflestar atkvøður, 789.

Tjóðveldi hevur fingið fýra býráðslimir og Javnaðarflokkurin tríggjar.

Sostatt kunnu hesir báðir flokkarnir skipa meiriluta við tilsamans sjey býráðslimum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860