Kostar 370 milliónir at dagføra Brimil og byggja nýtt vaktarskip

Kostar 370 milliónir at dagføra Brimil og byggja nýtt vaktarskip
Brimil skal hava 25 ára klassing næsta ár, og hann fer væntandi at liggja í tíggju vikur næsta summar.
Brimil skal eisini uppstigast, so hann kann vera í sigling 15 ár aftrat.
 
15.11.2024 - 08:24

Tað fer at kosta 370 mió. kr. at dagføra Brimil og byggja nýtt skip fyri Tjaldrið.

Eingin játtan er í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025.

Tað hevur fíggjarevndin fingið at vita frá Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum.

Næsta ár skal Brimil hava 25 ára klassing. Hon krevst, so Brimil kann sigla. Og hon kostar slakar níggju milliónir krónur.

Brimil fer væntandi at liggja í 10 vikur næsta summar.

Samstundis verður Brimil uppstigaður komandi fimm árini. 

Tá kann Brimil vera í sigling næstu fimtan árini, til hann er 40 ár, sigur Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið.

 

Tjaldrið er farið at eldast. Tað hevur vaktarskip síðani 1976. 

 

Tjaldrið liggur helvtina av árinum 

Um Tjaldrið verður sagt, at sannlíkindini fyri, at skipið endaliga verður lagt vegna brek gerast størri hvønn dag.

Bara at hava eitt skip tøkt er vanligt hjá Vørn í dag. 

Síðani 2010 hevur Tjaldrið bara havt eina manning, so tað liggur helvtina av árinum.

Mælt var til at fyrireika nýtt Tjaldur næsta ár, so tað er liðugt í 2027 ella 2028. 

Roynt verður so at halda Tjaldrið virkið til tá, sigur Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655