- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kærustovnurin: Ikki øll brúka advokat í barnaverndarmálum
Ikki øll brúka ókeypis advokat, ella fáa pengar til ta tænastuna sambært lógini um barnavernd.
Tað vísir eitt yvirlit, sum Kærustovnurin hevur gjørt.
Um eitt barn verður sett heiman og foreldramyndugleikin ella barnið, sum hevur fylt 15 ár, ikki hevur givið samtykki, hava foreldrini og barnið rætt til ókeypis advokathjálp.
Landskassin rindar útreiðslurnar til advokat.
955.000 kr. í fjør
Í málum, har samtykki er fingið, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin gera av, um foreldur og børn kunnu fáa ókeypis advokatumboðan.
Útreiðslurnar hjá landskassanum til hesa advokathjálp vóru 955.000 kr. í fjør.
Tær eru mettar at vera eina millión og 250.000 kr. í ár.
Roknað verður við, at útreiðslurnar vera ein millión og 100.000 kr. í 2025.
Brúkt 65 ferðir í ár
Sambært tølunum hjá Kærustovninum er hendan ókeypis advokathjálpin játtað og brúkt 65 ferðir til 1. november í ár.
Hon var játtað og brúkt 70 ferðir í fjør.
Higartil í ár hava 36 ikki brúkt hendan møguleikan ella fingið noktandi svar.
Tað talið var 24 í fjør.