Eyðstein Zachariasen verður nýggjur borgarstjóri

Eyðstein Zachariasen verður nýggjur borgarstjóri
Hann var fyrstvaldur á lista C, sum fór í tvíningar eftir kommunuvalið
Eyðstein Zachariasen verður nýggjur borgarstjóri í Sunda kommunu 1. januar.
 
28.11.2024 - 14:37

Nývalda býráðið í Sunda kommunu hevur skipað seg við Eyðsteini Zachariasen sum borgarstjóra.

Eyðstein Zachariasen er fyrstvaldur á lista C, við 168 atkvøðum. 

Men tað kom eitt annað uppskot til borgarstjórasessin, - minnilutin, Jógvan Kruse, Trygvi Kallsoy, Marni Joensen, og Rógvi Nybo -  allir á lista C, skeyt Honnu Paulu við Streym upp sum borgarstjóra, - hon fekk 128 atkvøður á lista B.

- Hetta er sessur, sum fleiri vilja hava, sigur nývaldi borgarstjórin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

28112024_Sunda_kommuna

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542