Feskar og spentar á EM-pallinum

Feskar og spentar á EM-pallinum
Hondbóltskvinnurnar hava avgreitt allar smálutir, og á middegi høvdu tær seinastu venjingina undan fyrsta bríksli í morgin. - Hetta er stórt at uppliva, siga spælararnir
28.11.2024 - 15:29

Tá føroysku hondbóltskvinnurnar komu upp á pláss í Basel í gjár, var ein av fyrstu uppgávunum ein stutt videoupptøka av hvørjum spælara.

Hon skuldi bert vera sjey sekund til longdar, men tað tók sína tíð at koma ígjøgnum allar 18 spælararnar í føroyska hópinum.

 - Tað er øgiliga stórt at sleppa at gera øll møgulig øðrvísi ting, sum mann ikki er vanur við, sigur Súna Krossteig Hansen. 

 - Vit fingu eisini at vita, at vit brúktu tríggjar ferðir so langa tíð sum Danmark, so tað vísir eisini eitt sindur, hvussu nýggjar vit eru til alt hetta, sigur gjøgnumbrotssterki bakspælarin úr Skanderborg.

Súna Krossteig Hansen hevur verið darvað av einum fótliðsskaða síðstu tíðina, men hon staðfestir, at støðan batnar fyri hvønn dag, og at hon er til reiðar at spæla.

 

Mótstøðulið við høgari leikferð

Sveis er eitt vælspælandi lið, sum hevur vunnið seinastu seks dystirnar á rað, staðfestir venjarin, Claus Mogensen. 

 - Tær spæla skjótt, skjóta nógv mál, og hava ein strikuspælara, Tabea Schmid, sum heilt víst fer at gera vart við seg til endaspælið, sigur Claus Mogensen.

 - Hon er ein týðandi spælari fyri tær, og henni mugu vit verja væl fyri í morgin, leggur venjarin afturat.

Ta ábyrgdina fáa Brynja Høj og Pernille Brandenborg fyrst og fremst, og tær eru ikki ófyrireikaðar.

 - Eg og Pernille hava tosað øgiliga nógv um, hvussu vit loysa hetta her, og nú fara vit heim at hyggja eitt sindur at video, sigur Brynja Høj.

Afturat strikuni er skjóta kontraspælið ein styrki hjá vertstjóðini, sum spælir EM fyri aðru ferð.

 - Oftari vit fáa fullført okkara álop, minni gleði fáa tær av síni kontrafasu, sigur venjarin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585