Staðfest niðurstøðu hjá valnevndini um kæru um valsvik

Staðfest niðurstøðu hjá valnevndini um kæru um valsvik
Niðurstøðan er, at valúrslitið av kommunuvalinum í Runavíkar kommunu eigur at vera standandi eins og kunngjørt var eftir fínteljingina
Fráfarandi býráð í Runavíkar kommunu.
 
29.11.2024 - 08:24

Býráðið í Runavík hevur staðfest niðurstøðuna hjá valnevndini um eina kæru um valsvik á kommunuvalinum 12. november.

Kæran snýr seg ítøkiliga um viðurskiftini kring varðveitslu av greiddum atkvøðum og hvørt svikað varð við einari atkvøðu fyri valevninum, ið varð ógildað í sambandi við fínteljingina. Atkvøðan varð greidd á valstaðnum í Oyndarfirði.

Niðurstøðan er, at valúrslitið eigur at vera standandi eins og kunngjørt var eftir fínteljingina.

Jonhard Danielsen kærdi býráðsvalið í Runavíkar kommunu.

Eftir fínteljingina høvdu hann og Jóhan Vest eins nógvar atkvøður.

So var lutakast, sum Jóhan Vest vann. 

Málið um ógildaðu atkvøðuna til Jonhard Danielsen í Oyndarfirði er meldað til politiið sum valsvik. 

Les meira her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040