Suðurkorea: Andstøðan vil hava ríkisrættarmál reist móti forsetanum

Suðurkorea: Andstøðan vil hava ríkisrættarmál reist móti forsetanum
Uppskot er lagt fyri tjóðartingið, og atkvøtt verður møguliga um tað í morgin
Suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-Yeol, lýsti hernaðarliga undantaksstøðu í gjár.
Mynd: Financial Times  
 
04.12.2024 - 08:12

Suðurkoreanski forsetin er illa kroystur í løtuni.

Seks suðurkoreanskir andstøðuflokkar vilja, at ríkisrættarmál verður reist ímóti Yoon forseta, eftir at hann lýsti serliga undantaksstøðu í landinum í gjár.

Alt bendir á, leggur forsetin ikki frá sær, verður ríkisrættarmál reist ímóti honum.

Uppskot til samtyktar er lagt fram av andstøðuni, og tjóðartingið kann møguliga longu atkvøða um tað í morgin.

 

Andstøðutinglimir við skeltum uttan fyri tjóðartingið, har kravt verður, at forsetin leggur frá sær. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Tað upplýsa umboð fyri andstøðuflokkarnar á tíðindafundi, sambært AFP-tíðindastovuni.

Tað var í gjár, at Suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol, lýsti eina serliga undantaksstøðu í landinum, tí hann vil verja tað ímóti “kommunistiskari hermegi”.

Samstundis leggur forsetin politisku andstøðuna í Suðurkorea undir at hava samhug við kommunistiska einaræðinum í grannalandinum Norðurkorea.

Nakrar tímar seinni samtykti ein meiriluti í tjóðartinginum at seta úr gildi undantaksstøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968

Meira um sama evni