Biðja um eykajáttan at umvæla løgtingsbygningin

Biðja um eykajáttan at umvæla løgtingsbygningin
Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja næsta vár
Glastpláturnar á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum vóru tiknar niður í vár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2024 - 08:27

Løgtingið fer at biðja løgtingið um eykajáttan næsta ár til at umvæla løgtingsbygningin.

Fyribils verður játtanin ein millión til ráðgeving og projektering.

Tað sigur formansskapurin í skrivi til fíggjarnevndina.

 

Tvey tilboð

Løgtingið bað fýra veitarar koma við tilboði um ráðgeving og projektering í sambandi við arbeiðið at gera klædningin á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum. Tvey tilboð komu.

Tá avgjørt er, hvussu arbeiðið skal gerast, verður tað boðið út.  

Arbeiðið skal byrja næsta vár.

Betongið í umsitingarbygninginum er kannað, og niðurstøðan er, at tað er ov vánaligt til at festa pláturnar beinleiðis á tað. Tí má onnur loysn finnast. 

 

Glaspláturnar, sum nú standa í einum kjallara, komu í 2006. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Pláturnar tiknar niður

Fyribils standa glaspláturnar í kjallaranum í bygninginum hjá Havnar arbeiðarafelag, sum løgtingið leigar.

Pláturnar vóru tiknar niður í apríl og mai.

Tað var beint fyri ólavsøku í fjør, at petti av einari plátu duttu niður á gongubreytina við Tinghúsvegin.

Og fyrr í fjør summar datt ein pláta av á hinari síðuni á bygninginum. 

Glaspláturnar komu í 2006.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Mono 4. sending
184660
Mikudag 4. desember
Góðan morgun Føroyar
184631
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550