Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu skipa samgongu

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu skipa samgongu
Um val var í dag, hevði Fólkaflokkurin fingið 28,5 prosent og Sambandsflokkurin 23 prosent av atkvøðunum
 
07.12.2024 - 10:11

Um val var í dag høvdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kunnað skipa stjórn einsamallir. Tað vísir nýggj veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti hjá Portalinum. Fólkaflokkurin hevði fingið 28,5 prosent og Sambandsflokkurin 23 prosent. Umroknað til tingfólk er tað 9 og 8 umboð. 

Løgmansflokkurin, Javnaðarflokkurin, hevði mist sína støðu sum størsti flokkur á tingi. Í kanningini fær flokkurin 19,6 prosent, sum er ein afturgongd frá seinasta vali upp á 7 prosentstig. 

Tjóðveldi tykist hinvegin at hava vent ringu gongdini í veljarakanninginum eftir at Sirið Stenberg bleiv forkvinna. Í kanningini fær flokkurin 17,1 prosent, sum er 0,6 prosentstig minni enn til valið, men 3,9 prosentstig betri enn í seinastu veljarakanning, tá Høgni Hoydal var formaður. 

Báðir teir smáu flokkarnir hava afturgongd í veljarakanningini. Framsókn fær 5,3 prosent, sum er tvey umboð, og Miðflokkurin 4,1 prosent, sum er eitt umboð.

Av teimum spurdu svara 10,6 prosent, at tey ikki hava tikið støðu, 2,6 prosent høvdu atkvøtt blankt og 1,2 prosent høvdu ikki farið á val. 

Løgmaður missur undirtøku

Aksel V. Johannesen, løgmaður, missir alsamt undirtøku millum veljarar, sum løgmaður. Í kanningini svara 20,5 prosent, at tey halda, at formaðurin í Javnaðarflokkinum skal vera løgmaður eftir næsta løgtingsval. Tað eru 5,4 prosentstig færri enn tá spyr.fo spurdi um tað 11. september. 

Og fyri fyrstu ferð síðan valið er løgmaður nú á triðja plássi í kanningini.

Størsta stuðul fær formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen. 30,2 prosent av teimum spurdu peika á hann, meðan formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, fær stuðul frá 23,6 prosentum.

Sirið Stenberg, sum í heyst tók við sum forkvinna í Tjóðveldi eftir Høgna Hoydal, fær stuðul frá 13,9 prosent av teimum spurdu. Tað er umleið dupult so nógv, sum tey 6,7 prosentini, ið peikaðu á Høgna Hoydal til seinastu kanning hjá spyr.fo.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881