KAF: Talan er um óheimilað stríðsstig

KAF: Talan er um óheimilað stríðsstig
Enn er støða ikki tikin til, um Kommunala arbeiðsgevarafelagið skal fara í gerðarrættin við Maskinmeistarafelagnum
Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2024 - 13:41

- Hevur Maskinmeistarafelagið eggjað sínum limum, sum arbeiða hjá SEV, til ikki at taka telefonina, er talan um óheimilað stríðsstig. 

Tað sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.

Hann hevur ikki tikið støðu til, um farið verður í gerðarrættin við málinum.

 

Arnfinn Bech.

 

Maskinmeistarafelagið vil hava greiðar arbeiðstíðarreglur fyri maskinmeistararnar hjá SEV.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at í dag eru ongar reglur á økinum, og tí ber til hjá arbeiðsgevarum - uttan skotbrá  -at flyta bæði arbeiðstíð og arbeiðsstað hjá starvsfólki, og uttan at tað kostar arbeiðsgevaranum nakað. 

Sáttmálin við Kommunala arbeiðsgevarafelagið fór út gildi í oktober 2022.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09122024_Per_Martin


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522