Býráðið í Vági skipar seg í kvøld

Býráðið í Vági skipar seg í kvøld
Tjóðveldi og Bjarni Johansen skipa nýggjan meiriluta við tilsamans fimm av nýggju býráðslimum
Arni Brattaberg verður nýggjur borgarstjóri í Vágs kommunu, skrivar in.fo
 
09.12.2024 - 14:46

Nýggja býráðið í Vági ger enn eina roynd at skipa seg á býráðsfundi í kvøld.

Sambært in.fo verður úrslitið av drúgvu, kommunalpolitisku telvingini, at Arni Brattaberg verður nýggjur borgarstjóri í Vági.

In.fo skrivar, at Tjóðveldi og sitandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, sum er farin burtur úr Javnaðarflokkinum, skipa seg í nýggjan meiriluta við tilsamans fimm av níggju býráðslimum.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin enda í minniluta.

Á kommunuvalinum 12. november var Arni Brattaberg fyrstvaldur á listanum hjá Tjóðveldi.

 

Í Klaksvík hava Sambandsflokkurin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri skipað býráðsmeiriluta. Karl Johansen heldur fram sum borgarstjóri.

 

Klaksvíkar býráð skipar seg hóskvøldið

Nývalda býráðið í Klaksvíkar kommunu fer nu eisini at skipa seg.

Jógvan Skorheim, fyrstvaldi í býráðnum, hevur kallað inn til fundin, sum verður í Varpinum hóskvøldið kl. 17.30, skrivar Norðlýsið.

Á skránni fyri fyrsta fundin er millum annað val av borgastjóra, 1. varaborgarstjóra og 2. varaborgarstjóra.

Eisini skulu veljast limir í føstu nevndirnar í býráðnum.

Og býráðið fer eisini at taka støðu til, nær fundir vera í 2025.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366