Brekumboðið til verka

Brekumboðið til verka
Næsta ár fer nýggja brekumboðið at virka og at hava óheft eftirlit við, at føroysk lóggáva livir upp til altjóða brekrættindasáttmálan
Forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu, fegnast um, at brekumboð nú fer til verka
 
21.12.2024 - 17:00

Tað hevur drigið út, og bíðað hevur verið eftir tí í 15 ár, men næsta ár fer nýggja brekumboðið at virka og at hava óheft eftirlit við, at føroysk lóggáva livir upp til altjóða brekrættindasáttmálan.

 - Men hóast ein millión er játtað í 2025 og ein millión aftrat í 2026, er tað ikki fyrr enn nú, at hetta arbeiðið byrjar.

Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sum er fegin um, at brekumboðið nú loksins kann fara til verka.

 - Vit kunnu siga, at líka síðan brekrættindasáttmálin var viðurkendur av Føroya Løgtingi einmælt í 2009, so hava vit í tráð við tær frágreiðingarnar, sum vit hava sent inn til ST í 2014 og eisini nú í ár, lagt dent á, at vit í Føroyum einki eftirlit hava havt við, hvussu brekrættindasáttmálin verður settur í gildi her í Føroyum, sigur Tóra við Keldu.

Men nú kann arbeiðið hjá brekumboðnum byrja.

 

Tora-vid-Keldu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083