Trý fólk deyð í bussvanlukku í Norra

Trý fólk deyð í bussvanlukku í Norra
Trý fólk eru deyð í eini bussvannlukku í Norra og fýra fólk eru álvarsliga skadd
Bussurin fór av vegnum og endaði lutvíst í einum vatni.
Mynd: Marius Birkeland/NTB/Ritzau Scanpix  
 
26.12.2024 - 18:22

Vanlukkan hendi í Hadsel í Nordland, norðarlaga í Norra umleið klokkan hálvgum trý seinnapartin í dag okkara tíð.

Ein bussur við 58 fólkum fór av vegnum og endaði partvíst í einum vatni, so at ein partur av bussinum er undir vatni.

Norsku myndugleikarnir hava sagt, at í minsta lagi trý fólk eru deyð, og fleiri eru farin á sjúkrahús.

Onnur fólk, sum vóru í bussinum eru farin á ein skúla tætt við, har tey nú fáa hjálp. 

Talan er um ein ferðafólkabuss.

Nógvir útlendingar vóru í bussinum. Í minsta lagi fólk úr átta ymiskum londum, skrivar norskir miðlar.

 

Vindur og hált

Politiið veit ikki enn, hví bussurin fór av vegnum.

Har hevur tó verið nógvur vindur, tað hevur kavað illa og hált hevur verið á vegnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815