Linjohn Christiansen fyri tíggjundu ferð

Linjohn Christiansen fyri tíggjundu ferð
Linjohn Christiansen er afturvaldur sum borgarstjóri í Skálavíkar kommunu
Linjohn Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Skálavík.
 
26.12.2024 - 18:38

Tað hendi, tá ið nývalda bygdarráðið í Skálavíkar kommunu skipaði seg á fundi, sum byrjaði klokkan fýra seinnapartin. 

Listi A fekk meirilutan á valinum 12. november, og tey høvdu avtalað at skipað seg við Linjohn Christiansen sum borgarstjóra, men har kom eitt uppskot afturat á fundinum í dag.

Umframt borgarstjóran skuldi varaborgarstjóri eisini veljast, og eisini har komu tvey uppskot. Listi A skjeyt upp at velja verandi varaborgarstjóra, Anitu Joensen, men listi B skeyt upp at velja Jákup Myllhamar í Geil. Tað endaði við at Anita Joensen varð vald við teimum trimum atkvøðum hjá lista A.

 

40 ár sum borgarstjóri

Hetta er 11. ferðin á rað, at Linjohn Christiansen er valdur í bygdarráðið í Skálavík, hvørja ferð sum 1. valdur, og hetta er tíggjunda skeiðið hjá Linjohn Christiansen sum borgarstjóri í Skálavík. 

Tá ið hetta skeiðið er runnið, hevur hann sitið sum borgarstjóri í 40 ár. 

Dagøring: Í innslagnum verður sagt, at Linjohn Christiansen hevur verið tann fyrst valdi bygdarráðslimurin hvørja ferð, men tað er ikki heilt rætt. Í verandi løtu sleppa vit sleppa aftur til valúrslitið í 1992, og Linjohn Christiansen hevur verið tann fyrst valdi á øllum valunum uttan í 1996 og í 2008, tá hann gjørdist numnar tvey á listanum. Haldið okkum tilgóðar. 

 

Linjohn_Chr_261224

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483