Varaborgarstjórin vil hava borgarstjóran at leggja frá sær

Varaborgarstjórin vil hava borgarstjóran at leggja frá sær
Hanna Paula við Streym, varaborgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at hon er ikki sannførd um, at borgarstjórin hevur sagt allan sannleikan um ónærisligu myndirnar
Eyðstein Zachariasen er nýggjur borgarstjóri í Sunda kommunu, men varaborgarstjórin vil hava hann at leggja frá sær í kjalarvørrinum av málinum um ónærisligar myndir.
 
02.01.2025 - 09:03

Varaborgarstjórin í Sunda kommunu, Hanna Paula við Streym, hevur heitt á borgarstjóran, Eyðstein Zachariasen, um at leggja frá sær.

Tað skrivar hon á sínum Facebook-vanga undir yvirskriftini “Eftirleikur til kommunuvalið 2024” í sambandi við, at Frihedsbrevet hevur skrivað, at borgarstjórin hevur sent tilsamans 11 kvinnum ónærisligar myndir uttan teirra samtykki.

 

 

Tað er komið undan kavi, eftir at samgongan var skipað, nær og á hvønn hátt myndirnar eru sendar.

 

Skot fyri bógvin

Hanna Paula við Streym, sum er ein av fýra kvinnum valdar á Kvinnulistanum, skrivar, at samstarvið, sum tey høvdu sæð fram til, av hesum hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

Millum annað vísir hon á, at borgarstjorin er spurdur um hetta, men hevur svarað, at myndirnar vóru sendar við samtykki.

Hetta hevur seinni víst seg ikki at passa, og varaborgarstjórin sigur seg tí hava heitt á Eyðstein Zachariasen um at leggja frá sær.

Hanna Paula við Streym er sannførd um, at borgarstjórin ikki hevur sagt sannleikan, tá evnið varð viðgjørt á fundi, tí fleiri kvinnur hava vent sær til hennara við síni søgu.

Hanna Paula við Streym heitir á øll, sum fáa myndir sendandi, um at melda tað til politiið, tí blúnaðarskemd er lógarbrot. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204