FBI: Var einsamallur um atsóknina í New Orleans

FBI: Var einsamallur um atsóknina í New Orleans
Maðurin koyrdi inn í eina mannamúgvu við einum opnum vørubili, meðan fólk hildu nýggjárið í franska býarpartinum
Atsóknin kravdi 14 mannalív, og 35 vórðu løstað.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.01.2025 - 09:23

Ein 42 ára gamal maður var einsamallur um atsóknina í amerikanska býnum New Orleans í gjár, sum kravdi 14 mannalív, og 35 fingu løstir. 

Tað upplýsir amerikanska samveldispolitiið, FBI. 

Maðurin koyrdi inn í eina mannamúgvu við einum opnum vørubili, meðan fólk hildu nýggjárið í franska býarpartinum í New Orleans. 

Politiið skeyt og drap álopsmannin. 

 

Íblástur frá IS

Tann 42 ára gamli, sum gjørdi hertænastu frá 2007 til 2015, harav millum annað eitt ár í Afganistan, legði fáar tímar fyri álopið út eina upptøku, ið bendir á, at hann fekk íblástur frá yvirgangsfelagsskapinum Islamskum Stati.

Kannað verður, um nakað samband er millum atsóknina í New Orleans og tilburðin í Las Vegas nakrar tímar seinni, tá ein Tesla-bilur sprongdist.

Báðir bilførararnir hava verið í tænastu á herstøðini Fort Bragg í North Carolina, veit sjónvarpsstøðin Denver7 at siga.

ABC News sigur, at amerikanski herurin nú kannar, um teir báðir menninir vóru har samstundis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533