Álítandi kunning krevst

Álítandi kunning krevst
- Aldumátarar og veðurmátistøðir eru alt ov ofta óvirkin og rigga illa, og tað kemur illa við hjá útróðrarflotanum, sigur formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.
Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag
Mynd: Sigurd Andreasen  
 
05.01.2025 - 14:34

Álítandi aldumátingar eru sera týdningarmiklar, tá ið útróðrarmenn skulu takast støðu til, um farast skal út ella ikki. Serliga á hávetri.

- Av teimum fýra aldumátarunum, sum eru, hevur í summum førum bara ein verið virkin, sigur Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.

- Tað sama er við vindmátistøðunum, ið fortelja um vind, umframt at streymur og annað ger seg galdandi. Tað hevur alt at siga, at hesi eru álítandi og rakstrartrygg.

Samskifta við myndugleikarnar
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevur tí samskift við Vørn og Landsverk um aldumátararnar og veðurmátistøðirnar.

- Mynduleikarnir tykjast at taka okkara ónøgd í álvara og siga seg arbeiða við at finna betri langtíðarloysnir, sigur Jógvan Trondesen Andreasen.

Á aðalfundinum fríggjakvøldið varð hann einmælt afturvaldur til formann í felagnum. Ragnar Hentze er næstformaður og kassameistari, Sámal Lindenskov nevndarlimur og grannskoðari, og Doru Tiberiu á Torvlaðnum er tiltakslimur.

Meiri enn 30 bátar eru nú limir í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, og 31 bátar vóru umboðaðir á aðalfundinum fríggjakvøldið.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Jógvan Trondesen Andreasen:

2025-01-05-Jogvan-Trondesen-Andreasen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166