WTO-limaskapur: Nú verður nevndin sett

WTO-limaskapur: Nú verður nevndin sett
Løgmaður og forsætisráðharrin hava sent felags áheitan á Hægstarætt um at seta nevndina, sum skal taka støðu til sjálvstøðugan føroyskan limskap í heimshandilsfelagsskapinum
Tað var á ríkisfundinum í fjør, at løgmaður og forsætisráðharrin samdust um at seta grein 6-nevndina.
 
10.01.2025 - 09:39

Nevndin, sum sambært heimastýrislógini kann setast at loysa trætur, verður nú sett at taka støðu til, um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO.

Á ríkisfundinum fyrrapartin hava Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, skrivað undir felags áheitan á hægstarætt um formliga at seta nevndina.

Hon skal taka støðu til spurningin: Er limaskapur Føroya í egnum navni í World Trade Organization (WTO) sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya?

Tað var í sambandi við ríkisfundin í Aalborg síðsta summar, at løgmaður og danski forsætisráðharrin samdust um søguliga stigið, at spurningurin um føroyskan WTO-limaskap skuldi roynast í einari serligari nevnd, sambært grein seks heimastýrislógini.

Hetta var gjørt, eftir at landsstýrið hevði fingið undirtøku frá einari samdari uttanlandsnevnd.

 

Ikki roynt fyrr

Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, hevur hendan grein 6-nevndin ongantíð verið sett áður.

Tí hevur verið neyðugt at fyrireika gjølla, hvussu nevndin skal setast, og hvussu hon skal virka.

Tað hava Løgmansskrivstovan og forsætisráðmálaráðið arbeitt við síðani í summar. Semja er nú um hesi viðurskifti, sum eru lýst í felags áheitanini á Hægstarætt, sum í dag er undirskrivað.

Landsstýrið og danska stjórnin hava, hvør í sínum lagi, valt tvey umboð í nevndina. Í næstum verður kunngjørt, hvørji umboðini í nevndini eru.

Felags áheitanin á Hægstarætt er orðað á donskum og føroyskum, og hon kann lesast her.

 

Hetta sigur § 6 í heimastýrislógini


§ 6 Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið verða løgd fyri nevnd, skipað av tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum av hægstarættarpresidentinum valdum hægstarættardómarum; ein teirra verður settur sum formaður. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt. Um so ikki er, verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum. 


 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860