Føroyingur í Kalifornia: Hetta er tað ringasta vit hava sæð

Føroyingur í Kalifornia: Hetta er tað ringasta vit hava sæð
- Eg havi vinfólk og starvsfelagar, sum hava mist alt, sigur Meinhard St. John, sum býr nakrar tímar frá Los Angeles, har skógareldar hava herjað seinastu dagarnar
Í býarpartinum Palisades í Los Angeles er alt brent burtur
Mynd: Josh Edelson/AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.01.2025 - 15:36

Hóast skógareldar koma fyri mestsum hvørt ár, so er hetta nakað, sum vit ikki hava sæð fyrr.

Tað sigur Meinhard St. John, sum býr í Lafayette fimm tímar norðan fyri Los Angeles, har ógvusligir skógareldar hevur herjað seinastu dagarnar.

"Alt er fullkomiliga brent niður. Einki er eftir, og infrastruktururin er fullkomiliga oyðilagdur", sigur Meinhard St. John um Los Angeles-býlingin Palisades, sum nú er brendur burtur.

"Vit hava fingið bræv um, at vit fara at missa okkara brunatrygging 1. mars, og tað eru nógv fólk, sum ikki kunnu tryggja síni hús longur", sigur hann.

Los Angeles Times skrivar, at eldurin higartil hevur gjørt um seg í einum umráði, sum er yvir 152 ferkilometrar til víddar - ella nakað tað sama sum Suðuroyggin.

Í morgun er talið á deyðum komið upp á ellivu, og stúrt verður fyri, at tað talið verður størri.

Politiið í Los Angeles hevur handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri hósdagin at hava kynt ein eld, ið breiddi seg yvir fýra ferkilometrar.

Hoyrið samrøðu við Meinhard St. John her:

Meinhard_St_John

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558