Heldur endurskoða fráfaringaraldurin

Heldur endurskoða fráfaringaraldurin
Fakfelagssamstarvið samtykti á fundi í gjár at mæra til, at skipanin við fráfaringaraldri átti at verið endurskoðað, heldur enn at pensjónsaldurin skal hækkast.
 
25.01.2025 - 11:32

- Tosið um at hækka pensjónsaldurin, tí vit liva longri og fleiri eldri skapa eina størri fíggjarliga byrðu, kann skapa ójavna og óneyðuga strongd hjá nógvum borgarum, sum hava arbeitt hart alt sítt lív.

Tað sigur Fakfelagssamstarvið, ið er samstarv millum sjey fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum í gjár hevði fund á Toftum.

Víst verður á, at heldur átti skipanin við fráfaringaraldri at verið endurskoðað, so fólk sjálv gera av, nær tey skulu leggja frá sær.

Munagóðan eldrapolitikk
- Fyri at eggja fólki til at vera longri á arbeiðsmarknaðinum er neyðugt við einum munagóðum eldrapolitikki á arbeiðsmarknaðinum, og at verandi politikkur verður endurskoðaður, siga fakfeløgini.

Tey mæla til eitt trípartasamstarv, har fakfeløg, politiska skipanin og Føroya Arbeiðsgevarafelag koma ásamt um ein munagóðan eldrapolitikk fyri arbeiðsmarknaðin.

Feløgini í fakfelagssamstarvinum eru Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Starvsfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479