Atlantsflog fleiri ferðafólk

Atlantsflog fleiri ferðafólk
Hevði 14,4 milliónir kr. í avlopi í triðja ársfjórðingi
 
01.11.2013 - 09:43

Hóast nógvu avlýsingarnar í mjørkanum í juli kostaðu Atlantic Airways 8,5 mió. kr., og felagið fleyg ikki til Egyptalands fyri Atlantis Rejser frá august til fyrst í oktober, tí ófriður var í Egyptalandi, gjørdist avlopið 14,4 mió. kr. fyri skatt í triðja ársfjórðingi, tað eru 1,8 milliónir minni enn í fjør.

Ferðafólkini vóru næstan 15.000 fleiri í ár.

Umsetningurin hjá Atlantic Airways vaks úr 170 mió. kr. í triðja ársfjórðingi í 2012 upp í 189 mió. kr. í ár.

Eginognin var 256 mió. kr. tann 30.september.

Atlantic Airways væntar, at úrslitið í ár verður heldur minni enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115