Flogbóltssamband Føroya sett italskan venjara

Flogbóltssamband Føroya sett italskan venjara
Talan er um 40 ára gamla Ciro Zoratti, sum hevur hægstu venjaraútbúgvingar frá italska flogbóltssambandinum, CEV og FIVB. Umframt hetta hevur Ciro nógvar altjóða royndir
Ciro Zoratti hevur fyrr verið venjari og ítróttastjóri í fleiri av bestu ungdómsfeløgunum í Italia
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
29.01.2025 - 12:50

Flogbóltssamband Føroya hevur sett 40 ára gamla Ciro Zoratti í starv sum venjara.

Italiumaðurin, sum skal standa fyri menningar- og landsliðsarbeiðnum í Føroyum, men fer eisini at hjálpa føroysku flogbóltsfeløgunum, skrivar Flogbóltssambandið.

Ciro Zoratti hevur hægstu venjaraútbúgvingar frá italska flogbóltssambandinum, CEV og FIVB. Umframt hetta hevur Ciro umfatandi royndir frá altjóða flogbólti á hægsta stigi og við menning av ungum leikarum.

 - Fyri Flogbóltssamband Føroya hevur tað verið umráðandi at flyta landsliðsarbeiðið fyri U-landsliðini og eisini fyri A-landsliðini upp á hægri stig. At seta ein fulltíðarvenjara við royndum sum Ciro, er eitt stig á leiðini, sigur formaðurin í FBF, Peter Holm.

Ciro Zoratti hevur fyrr verið venjari og ítróttastjóri í fleiri av bestu ungdómsfeløgunum í Italia, har hansara høvuðsuppgáva var at menna spælarar til italsku landsliðini. Í 2018 var Ciro Zoratti valdur til besta ungdómsvenjara í Italia. Hann hevur eisini verið høvuðsvenjari fyri kvinnulið í næstbestu italsku deildini og hjálparvenjari í bestu italsku og fronsku deildini fyri kvinnur.

Stuðul frá FIVB, altjóða flogbóltssamgonguni, ger, at tað ber til hjá FBF at seta ein venjara sum Ciro Zoratti í starv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941