Ungt listafólk fær pengar til úrbúgving

Ungt listafólk fær pengar til úrbúgving
Næsta leygardag verður latið gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Ein millión og 295.000 krónur eru latnar í gávugóðsi síðani 2001.
 
02.02.2025 - 15:32

Næsta leygardag verður latið gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum til ungt listafólk.

Fróðskaparsetrið, Listafólkasambandið og Lærarafelagið bjóða almenninginum til hátíðarhald í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í Havn kl.15.00 8. februar.

8. februar er føðingardagurin hjá Thorvaldi Poulsen av Steinum.

Gávugóðs er latið hvørt ár síðani 2001.

Tað hevur verið úr 35.000 upp í 60.000 kr.

Nøkur ár hava fleiri listafólk fingið gávugóðs. Tey hava fingið 25.000 kr. í part. 

150.000 krónur

Í 2115, 2016 og 2017 fekk Tórshavnar musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr. hvørt ár.

Í fjør fekk Ari Hammer Joensen, tónleikari, 40.000 kr.

Endamálið við grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving.

Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. 

Ein trímannanevnd stjórnar grunninum.

Í henni eru rektarin á Fróðskaparsetrinum, formaðurin í Lærarafelagnum og forkvinnan í Listafólkasambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672