Vika Sex um mýtur og misskiljingar

Vika Sex um mýtur og misskiljingar
Hesa vikuna varpar Kyn ljós á seksual evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað millum ung. Næmingar á Miðnámi á Kambsdali halda, at tey vita ov lítið um sex
Rebekka Blak er lækni og partur av Kyn-toyminum
Rebekka Blak er lækni og partur av Kyn-toyminum
06.02.2025 - 19:38

Kyn skipar enn einaferð í hesari vikuni fyri Viku Sex, har ljós verður varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað millum føroysk ung.

Hóast tey frá felagsskapinum Kyn halda, at tey ungu vita nógv um sex, so halda næmingar á Miðnámi á Kambsdali, at tey kundu verið betur upplýst um tað.

Kyn heldur, at tá vit ikki tosa opið um ávís evni í almenna rúminum, so kann tað føra til skeiva vitan og misskiljingar, og júst mýtur og misskiljingar er høvuðsevnið í ár.

Í samband við Viku Sex, hevur Kyn havt eina spurnarkanning, har yvir 500 fólk eru millum annað spurd, um longri nýtsla av p-bollum kann niðurseta evni til at gerast við barn. Har svaraðu 41 prosent av teimum spurdu, at tað ger tað, men har er talan um eina misskiljing, tí tað ger tað ikki, sigur Rebekka Blak, lækni. 

Sum nakað nýtt, hevur Kyn arbeitt við eini nýggjari heimasíðu, www.kyn.fo, ið skal vera ein føroyskur pallur fyri ung, har tey kunnu leita sær vitan um seksuel evni. Heimasíðan hevur eisini ein brævkassa, har ung dulnevnt kunnu seta spurningar.

Við heimasíðuni ynskir Kyn, at tað skal vera lætt hjá føroyskum ungum at lesa um seksuel evni innan føroysk viðurskifti og á føroyskum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709