Skundfundur um Ukraina í morgin

Skundfundur um Ukraina í morgin
Evropeisku londini stúra fyri, at tey onga ávirkan fáa á eina møguliga friðaravtalu millum Donald Trump og Vladimir Putin
Franski forsetin Emmanuel Macron hevur kallað inn til fundin í Paris í morgin
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
16.02.2025 - 12:46

Evropeiskir stjórnarleiðarar eru kallaðir saman til skundfundar í París í morgin, at viðgera Ukraina.

Tað er franski forsetin, sum hevur tikið stig til fundin, eftir trygdarráðstevnuna í München og boðskapin, sum er komin úr USA.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar sær at fara undir friðarsamráðingar við russiska forsetan, Vladimir Putin, men uttanum Ukraina.

Evropeisku stjórnarleiðararnir stúra fyri, at Ukraina og Evropa ikki sleppur til samráðingarborðið og sostatt heldur onga ávirkan fáa á, hvussu friðarsamráðingarnar enda.

Amerikanski boðskapurin hevur millum annað verið, at Ukraina ikki kann fara aftur til markið, sum var galdandi fyri 2014, og landið kann heldur ikki gerast limur í Nato.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, bretski forsætisráðharrin Keir Starmer og pólski forsætisráðharrin Donald Tusk vera millum teirra, sum vera við á fundinum.

Á fundinum umboðar Mette Frederiksen norðurlendsku londini og Baltalondini, sum eru millum tey, sum lata Ukraina størsta stuðulin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558