Bødskov til USA at ávara um toll

Bødskov til USA at ávara um toll
USA er størsti útflutningsmarknaður hjá Danmark
Morten Bødskov er danskur handils- og ídnaðarmálaráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.02.2025 - 09:09

Danski handils- og ídnaðarmálaráðharrin, Morten Bødskov, fer til USA at ávara um tollin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ætlanir um at seta í gildi fyri vørur úr Evropa.

USA er týdningarmesta landið, sum Danmark útflytur til, og boðini frá Trump hava, sambært Bødskov, elvt til óvissu.

- Vit skulu ikki gera samstarv okkara veikari. Vit mugu styrkja tað. Vit skulu styrkja bondini millum Danmark og USA. Donsk arbeiðspláss í túsundatali eru treytað av útflutningi til USA, sigur ráðharrin við tíðindastovuna Ritzau.

Á ferðini vitjar Bødskov eisini danskar fyritøkur og fer at umrøða handilspolitikk við limir í amerikonsku kongressini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815