Tíðin á gulu súkkluni gevur meining

Tíðin á gulu súkkluni gevur meining
- Eg havi sjálv upplivað, hvussu tað er at hava barn við krabbameini, og tí gevur tað sera góða meining at vera við á súkkluliðnum, sigur Beinta Hoydal Joensen
 
20.02.2025 - 10:54

Gulu, eyðkendu súkklurnar verða komandi tíðina alsamt meira at síggja kring landið.

Fyri 12 ferð er føroyska súkkluliðið, Team Rynkeby Føroyar, farið undir fyrireikingarnar at súkkla til París og savna pengar til børn við álvarsamum sjúkum og familjur teirra.

Beinta Hoydal Joensen er ein av nýggju súkklarunum, sum eru á liðnum hesaferð.

Júst endamálið hjá Rynkeby er nakað, sum Beinta Hoydal Joensen hugsar nógv um.

- Eg havi eina grund til at hava hug  at vera við í Rynkeby. Elsta dóttirin fekk krabbamein fyri 25 árum síðani. Talan var um eitt slag, sum børn millum null og trý ár fáa. Tað var gransking og annað, sum gjørdi, at viðgerðin var øgiliga góð, og tí hava vit eina sólskinssøgu heima hjá okkum í dag, sigur Beinta Hoydal Joensen, sum í tveimum umførum hevur søkt um at sleppa við á føroyska súkkluliðið. 

Fyri Beintu Hoydal Joensen hevur tað stóran týdning, at hon í ár er partur av Team Rynkeby Føroyum.

- Tá eg í dag síggi mína dóttir, sum var sjúk, hvussu væl hon klárar seg, so vil eg so gjarna geva nakað aftur, sigur Beinta Hoydal Joensen.

1727370


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343