Sigvart Dagsland: "Fari at spæla sangir frá allari mínari yrkisleið"

Sigvart Dagsland: "Fari at spæla sangir frá allari mínari yrkisleið"
Trúgvin, kærleikin og lívi fylla nógv í tekstunum hjá norska sangaranum og sangskrivaranum Sigvart Dagsland, ið fer á pallin í Lívdini nú sunnudagin 2. mars
Mynd: Sigvart Dagsland á Facebook  
 
28.02.2025 - 14:34

Í Norðurljóð sending nummar 479, tosaði Ragnar A. Jacobsen við tann her á landi konsertaktuella norðmannin Sigvart Dagsland. 

2. mars verður tað nevniliga møguleiki at uppliva Sigvart Dagsland í Føroyum, tá hann fer á pallin í Lívdini í Hoyvík saman við Torjus Vierli, sum spælir ljómborð og syngur kór, og Jango Nilsen, ið spælir trummur og syngur kór.

"Eg gleði meg nógv til at koma til Føroya, og tit kunnu vænta tykkum sangir frá allari mínari yrkisleið," sigur Sigvart Dagsland í Norðurljóði, sum júst var ein gjøgnumgongd av tónleikayrkisleið Dagslands. 

 

45 ára yrkisleið

Tónleikaliga yrkisleiðin hjá 61 ára gamla Sigvart Dagsland byrjaði fyri 45 árum síðani, í 1980, tá hann lat úr hondum debutútgávu sína "Joker". 

Tað var Kirkelig Kulturverksted við Erik Hillestad sum gav út, og júst Erik Hillestad hevur haft stóran týdning fyri tónleikayrkisleiðina hjá Dagsland.

Í sendingini verður steðga á við nøkrum av hæddarpunktunum á yrkisleiðini.

Nomið verður eisini við lagnukvøldið 16. januar í 2018, tá Dagsland var við í einum álvarsligum ferðsluóhappi, sum var nærvið at kosta honum og hinum tónleikarnum lívið. 

Ógvusliga ferðsluóhappið endaði rættinum, og tað tosaði NRK við Dagsland um hendingina. 

>>Sigvart Dagsland greiðir her frá um ferðsluóhappi í grein á NRK.no. 

 

Trúgvin, kærleikin og lívi fylla nógv í tekstunum hjá Sigvart Dagsland, og sambandi millum menniskju hevur allstóran týdning, heldur fólkakæri norski sangarin og sangskrivarin. 

Í 1990 vann Sigvart Dagsland eina spelemandsheiðursløn, tá "Alt eg så" var kosin besta norska poppútgávan. Hetta er ein heiður,ið Dagsland er ógvuliga fegin um, tí kappingin var hørð ímillum útgávurnar sum vóru í upppskoti hetta árið.

Fystu nógvu árini vóru tað Erik Hillestad og aðrir sum skrivaðu tekstirnar á útgávunum hjá Sigvart Dagsland, men í 1998, í samband við útgávuna "Fri", tók Dagslandi, sum 35 ára gamal, stóra fetið og fór at skriva sínar egnu tekstir.

Mest selda útgávan hjá Sigvart Dagsland er "Det er makt i de foldede hender", sum í ár kann hátiðarhalda 30 ára útgávuár. Á útgávuni tulkar Dagland siðbundnar norskar sálmar.

16.januar í 2018 broyttist lívið hjá Sigvart Dagsland, tá hann og bólkur hansara vóru ur av eini álvarsligari ferðsluvanlukku, .

 

Samrøðuna við Sigvart Dagsland kanst tú hoyra í Norðurljóði. 

Hvat: Norðurljóð
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 16.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

1723922

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674