Koyrdi inn í mannamúgvu í Mannheim

Koyrdi inn í mannamúgvu í Mannheim
Í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív, og fleiri hava fingið skaða, sigur løgreglan
Løgreglan hevur á miðlinum X heitt á fólk um at halda seg burtur frá miðbýnum í Mannheim.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.03.2025 - 14:49

Ein bilur hevur koyrt inn í eina mannamúgvu í miðbýnum í týska býnum Mannheim. 

Hetta hendi stutt eftir døgurða í dag.

Í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív, og fleiri hava fingið skaða, sigur løgreglan.

Eitt fólk er handtikið, men enn er ógreitt, um fleiri fólk vóru við í álopinum.

 

Hevði nógva ferð

Fleiri týskir miðlar skriva, at bilurin hevði nógva ferð, tá ið hann koyrdi á fólkini.

Løgreglan hevur á miðlinum X heitt á fólk um at halda seg burtur frá miðbýnum.

Enn er ógreitt, hví álopið hendi. 

Seinastu mánaðirnar hava fleiri bilálop verið í Týsklandi. 

Í mai mánaði í fjør læt eitt løgreglufólk lív, og fleiri fólk fingu skaða í einum kníválopi í Mannheim.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527