Myrk skýggj yvir búskapinum

Myrk skýggj yvir búskapinum
Tað eru myrk skýggj yvir búskapinum, og nakað má gerast nú fyri at betra um haldføri. Tað sigur stjórin á Gjaldstovuni, Leif Abrahamsen
14.03.2025 - 19:25

Stjórin á Gjaldstovuni hevur verið so leingi í starvi, at hann minnist, tá ið búskapurin var so vánaligur, at Føroyar fóru av knóranum í nítiárunum.

Okkurt av tí, sum hendir nú, minnir um tíðina, tá ið Føroyar fór á heysin, sigur Leif Abrahamsen. 

Tað er neyðugt er at gera nakað við haldføri beinanvegin, sigur hann.

 

Almenni geirin má umskipast

Leif Abrahamsen er ein av teimum fýra almennu stjórunum, sum hava givið løgmanni eitt tilmæli um, hvussu allur tann almenni geirin eigur at umskipast. Uppskotið inniheldur fimm høvuðs tættir.
----
BROYTA LEIÐSLUBYGNAÐIN
Leiðslubygnaðurin skal líkjast meira tí privata, so tað er skjótari at taka avgerðir og lættari at leggja til rættis fram í tíð. Serliga stovnar, sum hava uppgávur, sum eisini ganga inn í aðrar stovnar, skulu fáa frælsari leiðsluamboð.
----
LANGTÍÐAR FÍGGJARST`YRING
Skal bera til at leggja til rættis longri enn bara eitt fíggjarár. Broyta avskrivingarreglur, so íløgur í byrningar hjá almannaverkinum og eldraøkinum kunnu avskrivast, tá skifast skal frá smærri til størri eindir.
----
TÍÐARHÓSKANDI LØNARSKIPAN
Skal vera møguligt at løna fólki eftir uppgávum, førleikum og fortreytum, heldur enn bara eftir útbúgving.
----
BROYTT FYRISITING
Skal vera lættari at siga fólki úr starvi, og innlit skal ikki longur gevast í starvsfólkamál.
----
BURTUR VIÐ DUPULTFUNKTIÓNUM
Ábyrgdin millum land og kommunur má gerast greiðari og heilt nýskpast, so vit ikki longur hava dupultfunktiónir.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025