EBS-lond skulu rinda fyri arbeiðsloysið í ES

EBS-lond skulu rinda fyri arbeiðsloysið í ES
Gjaldið hækkar næstu fimm árini, og Noreg fer at rinda mest
Ungdómsarbeiðsloysið í eitt nú Spania er 50 prosent
 
07.11.2013 - 10:30

Londini, sum hava EBS-avtalu við ES, skulu rinda fyri ungdómsarbeiðsloysið í ES-londunum, skriva norskir miðlar.

Frá 2009 til 2014 skulu Noreg, Ísland og Liktinstein rinda 14 milliardir kr. fyri EBS-avtaluna, og tá rokningin kemur fyri næstu fimm árini, verður hon væl hægri, skriva miðlarnir. Í veruleikanum verður tað Noreg, sum fer at rinda meir, tí sum er rindar Noreg 97 prosent av øllum gjaldinum fyri EBS-avtaluna.

Gjaldið hækkar næstu fimm árini

Aftenposten skrivar, at enn eru eingi tøl komin á borðið, men ES hevur róð framundir, at gjaldið skal hækka fyri næsta fimm ára skeiðið. Og ES hevur eisini róð framundir, at samveldið vil hava eitt eykagjald frá EBS-londunum, sum skal hjálpa teimum ES-londunum, har ungdómsarbeiðsloysið er størst. Í summum ES-londum, m.a. Spania, er ungdómsarbeiðsloysið 50 prosent.

Norski evroparáðharrin, Vidar Helgesen, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Hann sigur, at samráðingar verða við ES um EBS-avtaluna - sum er tey frýra frælsini - og so fer tíðin at vísa, hvat kemur burturúr. Hann heldur tað ikki vera rætt, at Noreg skal rinda meir, tí fyri fyrstu ferð í søguni fer fíggjarætlanin hjá ES at lækka.

ES-londini ósamd

Tey 28 ES-londini eru ikki samd, tí ES fær alsamt fleiri limalond. Noreg heldur ikki at gjaldið fyri EBS-avtaluna er eitt limagjald, men ein stuðul til innara marknaðin í ES, siga norsku myndugleikarnir Tað eru serliga 15 av ES-londunum í eystur- og suðureuropa, sum fáa burturav norska gjaldinum fyri EBS-avtaluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523