Jóhan vann á Eliasi - Hákun og Vilhelm fremstir

Jóhan vann á Eliasi - Hákun og Vilhelm fremstir
Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg vunnu grannauppgerðina ímóti Eliasi E. á Skipagøtu. Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen nú fremstir í Bundesliguni
Hákun West av Teigum í gjøgnubroti fyri Füchse Berlin í sigrinum ímóti meistaraliðnum úr Magdeburg
Mynd: Andreas Gora/AP/Ritzau Scanpix  
 
23.03.2025 - 15:26

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vunnu grannauppgerðina ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel, tá tungvektararnir í norðurtýsklandi brustu saman í gjár.

Føroyski vongurin skeyt eitt mál fyri Flensburg, sum vann dystin 36-33. Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm ferðir og legði upp til tvey fyri THW.

 

Føroyingar kappast um meistaraheitið

Melsungen, sum hevur verið fremst í Bundesliguni mestsum alt kappingarárið, tapti hetta umfarið, og tað gjørdu hini bæði føroyingarfeløgini, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf, sær dælt av.

Fyrst vann Hannover - uttan skadda Vilhelm Poulsen á liðnum - tepurt á Rhein-Neckar Löwen, og fór upp á fyrsta plássið, áðrenn Füchse Berlin vann 33-30 á útivølli ímóti meistarunum úr Magdeburg, og komu upp á sama stigatal.

Hákun West av Teigum skeyt trý mál upp á fýra royndir í týðandi sigrinum hjá berlinrevunum, sum hava betri málúrtøku enn Vilhelm Poulsen og teir.

 

Bundesligatoppurin:

1. Füchse Berlin, 37 stig (+129 mál)
2. Hannover-Burgdorf, 37 stig (+57 mál)
3. Melsungen, 36 stig
4. THW Kiel, 34 stig
5. Flensburg-Handewitt, 33 stig

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044