Fleiri mál, men færri klagur

Fleiri mál, men færri klagur
Av teimum 229 málunum, sum vóru skrásett í fjør, vóru 50 kærur og eftirlitsmál og 153 fyrispurningar
Rannvá Sólheim er brúkaraumboð.
 
27.03.2025 - 08:00

Brúkaraumboðið skrásetti 229 mál í fjør, 35 fleiri enn í 2023.

Tey 229 málini vóru 50 kærur og eftirlitsmál, 153 fyrispurningar, fráboðanir og forhandarmetingar og 26 mál av øðrum slagi. 

Hóast málstalið er hækkað, eru nakað færri klagur.

Men forhandarmetingarnar eru vorðnar fleiri.

Vinnurekandi kunnu biðja Brúkaraumboðið meta, um ætlað marknaðarføringartiltøk eru lóglig ella ikki. 

 

Brúkaraklagunevnd

Brúkaraumboðið hevur í nógv ár víst á tørvin á einari brúkaraklagunevnd. 

Í fjør hevði Brúkaraumboðið fund við táverandi landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal, um málið. 

Eftir fundin sendi Brúkaraumboðið eitt upprit til landsstýrismannin um at stovna brúkaraklagunevnd.

Landsstýrismaðurin vísti áhuga, men eingir pengar eru í fíggjarlógini fyri 2025. 

Ein brúkaraklagunevnd kann bæði mekla og vera klagunevnd, ella bara annað. 

Støða skal takast til tað. Brúkaraumboðið arbeiðir víðari við málinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541