Mjølnir føroyameistari eftir minniliga finalu

Mjølnir føroyameistari eftir minniliga finalu
Mjølnir tryggjaði sær í gjár sítt sjeyna meistaraheitið á rað í flogbólti hjá monnum, tá teir vunnu 3-2 í sonnum gysara ímóti SÍ á Giljanesi
Mjølnir er føroyameistari hjá monnum sjeynda árið á rað
Mynd: FBF  
 
28.03.2025 - 08:45

Mjølnir vann í gjárkvøldið føroyameistaraheitið í flogbólti hjá monnum sjeynda árið á rað eftir 3-2 sigur á SÍ í triðju og avgerandi FM-finaluni, sum varð spæld á Giljanesi, skrivar Flogbóltssambandið.

Talan var um sera spennandi og minniliga finalu. SÍ vann tey bæði fyrstu settini, og so var trýst á klaksvíkingum, áðrenn Mjølnir fótaði sær og javnaði til 2-2.

Mjølnir tóktist hava avgjørt dystin, tá teir løgdu seg á odda 12-6 og 13-8 í javnbrótaranum, men við seks stigum á rað fór SÍ framum og fekk dystarbólt við støðuna 14-13 og aftur við 16-15. Mjølnir hóraði tó undan og vann ístaðin 19-17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542