Michael vil menna DJ-mentan í Føroyum

Michael vil menna DJ-mentan í Føroyum
At vera DJ er at vera listafólk. Tað snýr seg um at lesa rúmið og duga at handfara pultin, sigur Michael Anthony Charles Johannesen
 
31.03.2025 - 09:50

Í 10 ár virkaði Michael Anthony Charles Johannesen sum DJ í Keypmannahavn. Tað var eitt livandi umhvørvi við náttklubbum, barrum, festivalum og einum sterkum felagsskapi, ið knýtti seg at DJ-mentan og elektroniskum tónleiki.

Tá Michael flutti til Føroya, fekk hann ein mentanarskelk, tí her var snøgt sagt einki DJ-umhvørvi. Í náttklubbunum vart tú noyddur at spæla hittini, sum fólki kendi og vildi syngja.

Sum fráleið misti Michael hugin at diska, og hann ætlaði at gevast. Men so fór hann at lurta eftir poddum og hyggja at dokumentarum um, hvussu DJ-umhvørvið byrjaði aðrastaðni.

Tá skilti Michael, at næstan allar rørslur byrja við einum slagi av uppreistri - einari trongd til at skapa nakað nýtt og flyta mørk.

Nú er Michael Anthony Charles Johannesen farin undir skeið, har hann undirvísir áhugaðum í DJ-kynstrinum.

Áhugin hevur verið nógv størri, enn hann hevði roknað við.

 

1735151
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343