Skotvápn var í bilinum

Skotvápn var í bilinum
Maðurin, sum var tikin á Vestmannavegnum í gjár, var vápnaður
Vestmannavegurin var stongdur í fýra tímar í gjár.
 
14.04.2025 - 08:27

Maðurin, sum var tikin á Vestmannavegnum í gjár, var vápnaður.

Eitt skotvápn var í bili hansara, sigur politiið.

Annars fáast fáar upplýsingar um hendingina á Vestmannavegnum seinnapartin í gjár.

Politiið koyrdi eina løtu aftaná bilinum og steðgaði honum á Vestmannavegnum.

Av tí at maðurin hevði vápn, var vegurin stongdur av trygdarávum í fýra tímar.

Hann var stongdur klokkan eitt. Klokkan átta minuttir í fimm var hann latin upp aftur.

Eitt annað fólk

Eitt annað fólk var á bilinum. Tað kom út, tá bilurin var steðgaður.

Politiið vil ikki siga, um hetta fólkið er kvinna ella maður.

Tá politiið hevði tosað við bilføraran í næstan fýra tímar bar til at taka hann uttan rok.

Politiið sigur, at tað viðger ikki málið sum gíslatøku. 

Maðurin, sum var tikin, hevði brúk fyri hjálp og er nú í góðum hondum, sigur politiið.

Enn er eingin skuldseting í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262