Kanning: Pengar eru ikki alt, men lønin skal vera góð

Kanning: Pengar eru ikki alt, men lønin skal vera góð
Spyr.fo hevur gjørt fyrstu kanningina í Føroyum um, hvat fólk raðfesta í arbeiðslívinum. Og tey flestu spurdu svara, at lønin hevur nógv at siga, tá tey leita eftir arbeiði
Lønin hevur nógv at siga, tá fólk velja sær arbeiðið. Men lønin er ikki alt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2025 - 08:26

Lønin skal vera góð.

Tað svara tey flestu, sum eru spurd, hvat hevur størstan týdning, tá tey leita eftir arbeiði.

Men pengar eru ikki alt. 

 

Trivnaður eisini týdning

Eisini fleksibilitetur og javnvág millum arbeiði og frítíð vera raðfest høgt.

Og góðir starvsfelagar, góður leiðari og møguleiki at mennast í starvinum. 

Hetta bendir á, at trivnaður, meining og arbeiðsumhvørvi viga nógv, tá fólk velja størv og arbeiðspláss.

 

 

1027 fólk hava svarað

Spyr.fo hevur gjørt fyrstu kanningina í Føroyum um, hvat fólk raðfesta í arbeiðslívinum.

Kanningin er gjørd fyri starvsmiðilin Alfred. 

1027 føroyingar, 18 til 67 ár, hava svarað.

 

Arbeiðsbyrða og vánalig leiðsla

Kannað er eisini, hví fólk fara í annað starv. 

Nógv siga, at arbeiðsbyrðan var ov stór og leiðslan var vánalig.

Ella tey sóu møguleika fyri betri løn ella betri starvi. 

Endamálið við kanningini er at geva arbeiðsgevarum og HR-fólki amboð til at skilja arbeiðsynskini hjá føroyingum og geva íblástur til at menna arbeiðspláss.

Kanningin verður gjørd hvørt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. juli
Morgunlesturin hósdagur 10.juli 2025
194082
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076