Javnaðarflokkurin hevur ikki slept ætlanini um at stytta arbeiðsvikuna

Javnaðarflokkurin hevur ikki slept ætlanini um at stytta arbeiðsvikuna
Í yvirlýsingini, sum var gjørd á landsstevnu Javnaðarfloksins um vikuskiftið, er staðfest, at flokkurin enn ætlar at stytta arbeiðsvikuna
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Javnaðarflokkurin vissa um, at tey ikki hava slept ætlanini um at stytta arbeiðsvikuna
Mynd: Bárður Lydersen  
 
12.05.2025 - 08:38

Javnaðarflokkurin hevur ikki slept ætlanini um at stytta arbeiðsvikuna.

Hon er við í yvirlýsingini, sum var gjørd á landsstevnu floksins í gjár.

Har verður sagt, at nøkur mál, sum flokkurin fór á val uppá, eru eftir at fremja.

Og tey skulu fremjast fyri næsta val, verður sagt.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Sytt arbeiðsvika fyrst fyri

Her stendur fremst at stytta arbeiðsvikuna, byggja hópin av bústøðum, og sleppa gerandisvørum undan meirvirðisgjaldi, sigur Javnaðarflokkurin.

Í yvirlýsingini verður heitt á floksleiðsluna um at styrkja sambandið við fakfelagsrørsluna enn meira. 

Pensjónsaldurin verður ikki nevndur beinleiðis. 

Men sum skilst heldur flokkurin fast við, at pensjónsaldurin skal hækka.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Stórar broytingar neyðugar

Vælferðarsamfelagið skal røkjast, stendur í yvirlýsingini, so eisini komandi ættarlið fáa somu ella betri kor at liva í. 

Viðhvørt er neyðugt at gera stórar broytingar. 

Annars er vandi fyri, at súlurnar undir vælferðarsamfelagnum ikki halda.

Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum staðfestir, at ein sterkur og sosialt haldførur búskapur er avgerandi fyri vælferðarsamfelagið í framtíðini. 

Og broytta fólkasamansetingin og vantandi búskaparliga haldførið seta krøv um umskipanir, sum skulu fremjast við samhaldsføstum langtíðarætlanum.


Mynd: Bárður Lydersen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375