Alarmklokkurnar eiga at ringja

Alarmklokkurnar eiga at ringja
- Vit vita ov lítið um havhestastovnin, men nakrar alarmklokkur eiga at ringja, tá ið skúvoyingar bara fáa ein fimting av teimum eggum, teir áður hava fingið
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
24.05.2025 - 16:30

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Jóhan Christiansen dámar væl at fara á flot, og hann hevur eisini skotið fugl av og á.

- Seinast eg var lat eg ikki nakað skot av, tí eg sá ongan fugl, sigur landsstýrismaðurin.

 

Avmarkingar ikki vegurin fram

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at vit skulu gera avmarkingar, hvussu nógv loyvt skal vera at veiða.

30. apríl í ár samtykti løgtingið at gera broyting í fuglaveiðulógini. Tíðin at skjóta svartfugl, lunda, lomvigu og álku, varð stytt í 20 dagar, soleiðis at nú ber ikki til at byrja at skjóta fyrr enn 20. oktober. Áður var tað 1. oktober. Tíðarskeiðið at skjóta endar sum áður 20. januar. 

Jóhan Christiansen heldur ikki, at líknandi avmarkingar skulu setast á havhestaveiðuna.

 

1745456

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037