Krevur góðar stórthundrað milliónir frá landskassanum

Krevur góðar stórthundrað milliónir frá landskassanum
Kravið hjá reiðarínum Northwest Pelagic móti landskassanum er komið upp í góðar 126 mió. kr.
Atlantsfarið misti loyvini at fiska.
 
02.06.2025 - 07:55

Kravið hjá reiðarínum Northwest Pelagic móti landskassanum er komið upp í góðar 126 mió. kr.

Tað er sakarkravið, nú málið er farið í rættin.

Har verður tað ikki viðgjørt fyrr enn seint í ár, stendur í landsroknskapinum fyri 2024, sum kom fríggjadagin.

Landsstýrið hevur goldið 23,8 milliónir, sum tað væntar at vera dømt at gjalda.

Tað var goldið í desember í fjør.

NorthWest Pelagic stevndi Fiskimálaráðnum í oktober í 2017 eftir at Atlantsfarið ikki fekk fiski- og veiðiloyvið aftur, tá skipið skifti eigara í januar í 2016.

Føroya rættur gav NorthWest Pelagic viðhald.

Felagið fekk veiðiloyvið aftur í mars í 2020.

Men felagið krevur endurgjald fyri mistan fiskiskap ta tíðina, felagið ikki hevði veiðiloyvi.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558