Flogvanlukka í India - hava funnið líkini av 200 fólkum

Flogvanlukka í India - hava funnið líkini av 200 fólkum
242 fólk vóru við flogfarinum, sum datt niður stutt eftir, at tað var farið á flog
Velið á indiska flogfarinum, sum datt niður í býnum Ahmedabad fyrr í dag. Øll ferðafólkini lótu lív.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.06.2025 - 14:28

Líkini av fleiri enn 200 fólkum eru funnin við indiska flogfarið, ið datt niður har vesturi í India fyrr í dag, skrivar Reuters.

Tey deyðu kunnu bæði vera ferðafólk, sum vóru við flogfarinum, og fólk, sum doyðu, tá flogfarið datt niður í ein íbúðarbygning, skrivar tíðindastovan.

Í minsta lagi 242 fólk vóru við flogfarinum, og hildið verður, at øll hava latið lív.

Ógreit er, hví vanlukkan hendi.

 

 

Flogfarið datt niður í eitt íbúðarøki. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Flogfarið, sum Air India átti, datt niður í býnum Ahmedabad har vesturi í India stutt eftir, at tað var farið á flog. Tað datt niður í ein  bygning í einum bústaðarøki nærindis floghavnini.

Flogfarið, sum var av slagnum Boeing 787-8 Dreamliner, var á veg til Gatwick-floghavnina í London, tá vanlukkan hendi. 

169 ferðafólk vóru úr India, 53 úr Bretlandi, trý úr Portugal og eitt úr Kanada. 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488