Semjan: Úr ríkisfelagsskapinum í frælsan felagsskap

Semjan: Úr ríkisfelagsskapinum í frælsan felagsskap
Ætlanin er at halda fram at samstarva við Danmark um flestu málsøki, og føroyingar skulu varðveita rættindini, sum vit hava í Danmark í dag
Allir flokkar uttan Sambandsflokkurin eru við í semjuni um ríkisrættarligu støðuna. Henda myndin er tikin frá fyrsta samráðingarfundinum, har formaðurin í Sambandsflokkurin eisini var við.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2025 - 18:02

Semjan millum teir fimm flokkarnar, um hvussu samstarvið við Danmark skal skipast, er ikki skrivligt. 

Men tó taka flokkarnir undir við at fara úr ríkisfelagsskapinum og síðani í aftur ein sokallaðan frælsan felagsskap við Danmark, har Føroyar eru at rokna sum sjálvstøðugt land.

Tað hava ikki verið nógvir fundir um málið, men kortini hevur tað eydnast Akseli V. Johannesen, løgmanni, at fáa semju millum fimm av teimum seks forfólkunum, hvørji føroysku krøvini skulu vera til eina nýggja samráðing við Danmark um samstarv millum londini.

Tey hava øll játtað og tikið undir við einum uppskoti, sum er víst upp á ljóstalvuna í Tinganesi, men onki skjal er útflýggjað, og ongin undirskrift er sett á pappír um semjuna.

Og so er tað innihaldið:

Tað minnir í høvuðsheitum í ein ávísan mun um innihaldið í samráðingarupplegginum hjá fullveldislandsstýrinum um aldarskiftið.

 

 

Ríkisfundur hevur verið í Føroyum, men á tíðindafundinum í gjár var lítið og einki at frætta um semjuna um ríkisrættarligu støðuna, sum løgmaður legði fram á ríkisfundinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Sjálvstøðugt land í frælsum felagsskapi

Føroyar skulu fara úr ríkisfelagsskapinum, sum hann er, men samstundis fara í eitt nýtt samstarv við Danmark, har Føroyar eru at rokna sum sjálvstøðugt land. Eitt slag av einum frælsum felagsskapi, eins og ætlanin var hjá fullveldislandsstýrinum.

Men nú kemur munurin. Ætlanin er at halda fram at samstarva um tey flestu av teimum málsøkjunum, sum Føroyar og Danmark hava í felag í dag. Sum dømi kunnu nevnast løgregla, dómsvald, gjaldoyra, gjaldoyrapolitikkur og fíggjareftirlit. Tó skal vera møguligt hjá Føroyum at yvirtaka hesi málsøki, um ella tá vit vilja tað.

 

Fíggjarlig útgreining

Blokkstuðulin skal halda fram at minka, eins og hann ger í dag. Ein útgreining av fíggjarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark skal eisini gerast.

Ætlanin er eisini, at føroyingar framhaldandi skulu varðveita tey rættindi í Danmark, sum vit hava í dag.

Við hesi ætlan rokna teir fimm flokkarnir við at kunna gerast sjálvstøðugir limir í øllum altjóða felagsskapum og luttaka á jøvnum føti við aðrar tjóðir, men samstundis hava eitt tætt samstarv og tiknýti til Danmark.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. juli
Ólavsøka í Studio 4
195035
Týsdag 29. juli
Morgunlestur týsdagur 29. juli 2025
194899
Mánadag 28. juli
Morgunlestur mánadagur 28. juli 2025
194898
Sunnudag 27. juli
RagnarRokk: Neal Morse um Deep Water
194167
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
195031
Mánadag 28. juli
Á Ólavsøku 2025
195019
Mánadag 28. juli
Ólavsøkan verður sett 2025
195018
Mánadag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan
194992
Mánadag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2025: 10 Mannafør
195017